Um NNails Studio

NNails er ein nútímans neglasalong, sum heldur til á Argjagøtu 83 í Argjum – í einum reinum og elegantum hølum, har dygd, røkt og tínar neglir eru í hásæti.

Eg eiti Katrina og eri stovnari og eigari av NNails. Við stórum áhuga fyri tí handaliga arbeiði, estetikki og nýggjastu tøknini innan neglaviðgerðir, havi eg bygt mær eina trygga og snotiliga viðgerðarsovu, har kundin altíð er í miðdeplinum.

Mítt mál er at veita eina røkt, sum sameinir vøkur úrslit við høga fagliga góðsku. Eg arbeiði við dygdarvørum og haldi meg dagførda við tí nýggjasta innan bæði trendir og teknik – so tú kanst kenna teg trygg(a) við, at tínar neglir eru í góðum hondum.

Um tú ynskir tær klassiskar, náttúrligar neglir ella nakað meira djarvt og sermerkt, so arbeiði eg altíð saman við tær fyri at finna rætta sniðið og loysnina til tín tørv.

NNails er fyri teg, sum ynskir eina persónliga, trygga og tíðarhóskandi neglaviðgerð – við dygd og sans fyri smálutum.